Hoppa yfir valmynd
23. mars 2004 Matvælaráðuneytið

Fréttatilkynning sjávarútvegsráðuneyta Íslands og Færeyja.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, og íslendski fiskimálaráðharrin Árni M. Mathiesen hittust í Havn ígjár fyri at røða um fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Ísland.

Viðvíkjandi føroyska botnfiskiskapinum undir Íslandi samdust partarnir um, at heildarkvotan í íslendskum sjógvi í 2004 verður tann sama sum í 2003 ella 5.600 tons. Av hesi heildarkvotu verður toskakvotan óbroytt 1.200 tons og kalvakvotan verður framhaldandi 80 tons.

Partarnir viðgjørdu eisini fiskiskapin eftir uppsjóvarfiskasløgum og samdust um at halda fram við verandi avtalu. Sambært henni kunnu íslendsk skip í føroyskum sjógvi veiða 2.000 tons av heystgýtandi sild og 1.300 tons av makreli, meðan føroysk skip í vertíðini 2004/2005 kunnu veiða 30.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi. Herumframt kann føroyska lodnukvotan á 10.000 tons í grønlendskum sjógvi verða fiskað í íslendskum sjógvi.

Eftir áheitan frá Bjørn Kalsø, landsstýrisamnni, játtaði íslendski fiskimálaráðharrin í samráð við Noreg og Grønland at taka upp spurningin um at viðurkenna Føroyar sum strandarland í lodnuhøpi.

Partarnir eru samdir um, at teir seinni í ár fara at umrøða møguleikan hjá íslendskum og føroyskum skipum at avreiða uppsjóvarfisk hvør hjá øðrum.

Partarnir samdust harumframt um at halda fram við verandi avtalu um at kunna fiska svartkjaft og norðhavssild av teirra egnu kvotum í sjóøki hjá hvørjum øðrum.

Fiskimálaráðharrarnir viðgjørdu sjónarmið um fiskivinnuumsiting og samstarv í millumlanda felagsskapum.

Tórshavn, 23. mars 2004

Hafa samband

Ábending / fyrirspurn
Ruslvörn
Vinsamlegast svaraðu í tölustöfum