Árlegar viðræður Íslendinga og Færeyinga um sjávarútvegsmál
Tíðindaskriv
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, og íslendski starvsbróðir hansara, Einar K. Guðfinnsson, eru í dag komnir ásamt um, at sínamillum fiskiveiðurættindini fyri 2006 verða óbroytt samanborið við avtaluna fyri 2005.
Hetta merkir, at føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi eisini í ár verður 5.600 tons, harav í mesta lagi 1.200 tons kunnu vera toskur.
Viðvíkjandi fiskiskapinum eftir svartkjafti eru partarnir samdir um í ár at halda fram við eini skipan, har svartkjaftaskipini fiska á leiðum hvør hjá øðrum.
Partarnir fegnaðust um avtaluna millum strandarlondini um býtið av svartkjaftinum, sum varð skrivað undir í Oslo í december 2005. Partarnir rokna við, at avtalan fer at hava við sær møguleikar fyri eini búskaparliga meira lønandi svartkjaftavinnu.
Bjørn Kalsø vísti á, at áhugin fyri at royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi er stórur, og tískil fer hann í kunngerð at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti.
Viðvíkjandi fiskiskapi eftir lodnu ásetir fiskiveiðuavtalan, at partarnir fyri 20. juni 2006 gera avtalu um veiðirættindi í tíðarskeiðnum 20. juni 2006 og til apríl 2007. Samráðingarstøðið er, at føroysku nótaskipini kunnu fiska upp til 30 túsund tons, tó treytað av at atlit til heildarveiðu og onnur viðurskifti ikki broytast.
Í verandi fiskiveiðuavtalu eru avmarkingar fyri, hvussu føroysk skip gagnnýta og selja ta lodnu, sum tey fiska í íslendskum sjógvi. Íslendski fiskimálaráðharrin, Einar K. Guðfinnsson hevur lovað fyri 20. juni 2006 at taka støðu til spurningin um at taka burtur hesar avmarkingar.
Partarnir umrøddu eisini onnur mál av felags áhuga, m.a. íslendska átakið móti ólógligum fiskiskapi.
Tórshavn, 10. januar 2006
Fiskimálaráðið